Løgmaður: Tekin um at vit fáa sjálvstøðugan føroyskan limaskap

Løgmaður: Tekin um at vit fáa sjálvstøðugan føroyskan limaskap
Aksel V. Johannesen er fegin um, at Føroyar vóru bodnar á stjórnarleiðarafundin í Finnlandi í dag
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur verið á norðurlendskum stjórnarleiðarafundi í Finnlandi í dag.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
26.05.2025 - 16:16

Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur, at tað er eitt gott tekin, at Føroyar, Grønland og Áland voru boðin við á fundin hjá norðurlendsku stjórnarleiðarunum í Finnlandi í dag, eisini fyri føroyska kravið um at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.

Aksel V. Johannesen sigur, at tað er sjáldan, at hann er boðin við til slíkar fundir, og hetta er fyrstu ferð, at hann er við á norðurlendskum stjórnarleiðarafundi í Finnlandi. 

Á fundi í Norðurlandaráðnum í Reykjavík í fjør gjørdi løgmaður greitt, at annaðhvørt eru Føroyar við á jøvnum føti ella ikki.

- At Føroyar eru við á fundinum í dag, er tekin um, at norðurlendsku stjórnirnar, sum hava verið atfinngarsamar móti sjálvstøðugum føroyskum limaskapi, hava tikið føroysku støðuna til eftirtektar, sigur løgmaður.

- Tí vænti eg eisini, at arbeiðið at broyta Helsingfors-sáttmálan fer at bera mál, og at Føroyar um ikki alt ov langa tíð fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, sigur Aksel V. Johannesen.

Føroyar hava fiskiveiðisáttmála við Russland, men tann spurningurin var ikki viðgjørdur á fundinum í dag, sigur løgmaður.

Hoyr samrøðu, sum Frants Jensen gjørdi við Aksel V. Johannesen í útvarpstíðindunum: 

 

26052025_Aksel_2

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423