- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgfrøðiligt ivamál við nýggju pantskipanini

13. mai 2024 samtykti løgtingið lógaruppskot um pantskipan fyri íløt. Henda lógin skuldi gera tað gjørligt hjá fólki at sleppa av við øll sløg av panti á einum og sama stað, heldur enn at fara í fleiri ymiskar handlar.
Lógin skuldi setast í gildi við kunngerð. Eitt uppskot til kunngerð varð sent í hoyring í juni í ár. Tá var ætlanin, at skipanin skuldi fáa gildi 1. septembur. Nú er ivamál, um tað krevur eina lógarbroyting.
- Hetta er nakað, mann er blivin varigur við nú, tá mann trýstroynir lógina fyrstu ferð hesum viðvíkjandi. Og har er ein teknikalitetur, sum skal koma upp á pláss, soleiðis, at mann á ongan hátt fer at ávirka prísirnar hjá seljarunum ella nakað tílíkt. Tað kann vera, at vit hava lagt mvg á pantið. Prísstrukturarnir skulu ikki broytast av einum lógarverki, sum vit koma við.
Stendur tað til Eyðdis Hartmann Niclasen, so gongur ikki long tíð, til nýggja pantskipanin fer at virka. Vit hava hoyrt um hesa ætlaðu pantskipanina í nógv ár. Spurd, um vit eru komin hartil, at nýggja skipanin kann setast í verk, sigur hon soleiðis.
- Ja, tað vil eg siga. Nú eru vit klár við IRF, støðin er jú komin upp á pláss. Hetta skal eydnast. Men har er bara okkurt, sum skal rættast til, og tað noyðast vit at gera.
Hoyr innslag úr útvarpstíðindunum.






















