Skalvalopini í Gerðum í 1700-talinum kostaðu 25 fólkum lívið

Skalvalopini í Gerðum í 1700-talinum kostaðu 25 fólkum lívið
Í teimum fýra býlingunum norðuri í Vági – núverandi Klaksvík - búðu í 1801 88 fólk. Av 26 fólkum í Gerðum gjørdi skalvalopið í 1765 av við 20
 
11.06.2025 - 19:00

SKRIVAÐ OG LISIÐ:
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya 

 

1697246

 

Uppi á Grundum í Klaksvík, omanfyri vegin út á Oyrar beint sunnanfyri vegin til Norðoyatunnilin, standa toftirnar av teimum gomlu bóndahúsunum í Niðristovu og Norðurstovu í Gerðum. 

Í skýmingini 12. mars í 1765 stóð Jákup Ziska, gamli bóndin í Norðurstovu, stutt niðanfyri bóndahúsini, meðan tveir smádreingir, annar var abbasonur hansara, spældu niðri á Hellisenda á Borðoyarvík. 

Jákup Ziska hevði sama dag 20 ár frammanundan, 12. mars 1745, verið í Gerðum, tá ein stórur skalvur í lýsingini losnaði frá kjalarbrúnni omanfyri húsini. 

Skalvurin brast omanyvir bóndahúsini, har fólk lógu og svóvu. 

Onkur sluppu út gjøgnum ljóaran, men inni í Niðristovuhúsinum, sum fór illa, doyðu fimm fólk, trý vaksin og tvey børn, sum vóru tvey ára gomul. 

 

Húsini reist aftir á sama stað

Hóast summi ivaðust, so vórðu húsini reist aftur á sama stað. 

Í skýmingini 12. mars 1765 hekk ein enn størri skalvur undir kjalarbrúnni, meðan 26 fólk vóru í Gerðum. 

Meðan Ziska stóð uttanfyri losnaði skalvurin, og hann brast omanyvir bæði húsini, meðan hann sjálvur, ein tænastukvinna, sum stóðu føst í tí nógva kavanum, og annar smádrongurin vóru uttanfyri. 

 

Stórur eldur kyknaði

Sambært vártingsbókini sendi gamla Ziska dreingin niðan í Uppsalar eftir hjálp, sum kom beinanvegin. 

Tey bæði fólkini uttanfyri vórðu grivin leys. 

Tað eydnaðist eisini at finna bóndakonuna í Norðurstovu, sum stóð føst, men tá kyknaði ein so stórur eldur, at bjargingarfólkini einki fingu gjørt fyri at hjálpa, hóast bóndakonan brendist og rópti um hjálp. 

Skalvurin hevði trýst yvirtromina niður, og eldurin í grúgvuni hevði fest í tróðrið. 

Harumframt varð veðrið so vánaligt, at einki meira kundi gerast tann dagin. 


Ein minnisvarði er reistur til minnis um tey, ið doyðu av skalvalopunum í Gerðalíð (Mynd & Kelda: VisitFaroeIslands)

 

Sí eisini: "Skalvalopini í Gerðum", fyrilestur hjá Hans Andrias Sølvará á YouTube

 

20 fólk vóru undir skalvinum

Dagin eftir varð grivið allan dagin í sera vánaligum líkindum. 

Hendan dagin funnu tey leivdirnar av fleiri brendum fólkum í Norðurstovu, men tey funnu ongan á lívi og ongan í Niðristovu, har tann størsti parturin av skalvinum hevði rakt. 

Fleiri enn 20 fólk vóru enn undir skalvinum, men eingin visti, um nakar var á lívi. 

 

Grógv seg út

Men triðja dagin, um 9 tíðina um morgunin, bankaði uppá í Uppsølum – uttanfyri stóð Jóan Jákupsson, Niðristovubóndin í Gerðum. 

Hann og konan høvdu undir skalvinum hoyrt bjargingarfólkiini og uttan úrslit rópt, men triðja dagin hevði tað eydnast honum at slíta seg leysan av timbrinum, sum varð trýst omanyvir hann. 

Hann hevði so grivið seg upp í gjøgnum tann seks alin tjúkka skalvin, sum var komin omanyvir Niðristovuhúsini. 

Nú stóð hann uttanfyri húsini í Uppsølum. 

Uppsalafólk fóru í skundi í Gerðar, har tað eydnaðist at fáa Marin, konu Jóan, eina tænastukonu, og Jákup, elsta sonin, grivin leys – á lívi, men Jákup doyði fimm vikur seinni av løstunum, ið hann hevði fingið. 

 

Skalvalopið gjørdi av við 20 fólk

Í teimum fýra býlingunum norðuri í Vági – núverandi Klaksvík - búðu í 1801 88 fólk. 

Av 26 fólkum í Gerðum gjørdi skalvalopið í 1765 av við 20. 

Bøurin og dyrkilendið vórðu oyðiløgd, og tey flestu djórini vóru deyð. 

Lívið mátti í veruleikanum byrja av nýggjum í Gerðum aftaná vanlukkuna í 1765. 

Bóndahúsini vórðu bygd uppaftur, men hesaferð einar 200 metrar longur niðri.     

 

Hvat: Brot úr Føroya søgu
Hvar: Í Góðan morgun Føroyar og á KVF Ljóð
Nær: Hósmorgnar ella tá tað passar tær á KVF Ljóð 

Brot úr Føroya søgu er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" er fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag. Í táttinum verður sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara.  

Hans Andrias Sølvará er professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er søgufrøðingur og hevur verið í starvi á Setrinum síðani 2009, fyrst sum adjunktur, men seinni sum lektari. Hans Andrias Sølvará bleiv útnevndur professari í søgu í oktober 2019. Inntil januar 2024 var hann dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini, og frá juli í 2024 hevur hann verið útbúgvingarleiðari á Master á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400