Á Breddanum: Meira burtur úr ferðavinnuni

Á Breddanum: Meira burtur úr ferðavinnuni
Í sendingini verður spurt: Hvussu fæst meira burtur úr hvørjum ferðafólki uttan at missa tað, sum gera Føroyar serligar?
Ferðavinnan setti met í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.05.2025 - 09:31

Stórur vøkstur hevur verið i ferðavinnuni í Føroyum seinastu árini, og í fjør setti ferðavinnan í Føroyum met -  eina góða milliard krónur.

Virðisøkingin brutto var 370 milliónir krónur í fjør, samanborið við 349 milliónir í 2023.

Men búskaparfrøðingur heldur, at hóast íløgur eru gjørdar í  ferðavinnuna seinastu árini, er lønsemið ikki serliga gott.

Í dag spyrja vit: Hvussu fáa vit meira burtur úr hvørjum ferðafólki - uttan at missa tað, sum gera Føroyar serligar? 

Hvussu fáa vit mest burtur úr ferðavinnuni, so hon ikki bara gagnar einstaklingum og fyritøkum, men eisini landskassanum?

Breddin í KvF klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342