Zelensky tosað við Witkoff og Kushner um friðarsamráðingar

Zelensky tosað við Witkoff og Kushner um friðarsamráðingar
Ukrainski forsetin rósar serligu amerikonsku sendimonnunum fyri at royna at fáa diplomatiskan enda á krígnum millum Russland og Ukraina
Jared Kushner og Steve Witkoff eru serligir sendimenn hjá Trump, forseta, í royndini at fáa friðaravtalu í lag millum Russland og Ukraina
Mynd: Alexander Kazakov/Sputnik/EPA  
 
09.06.2026 - 15:19

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelensky, sigur, at hann hevur tosað við serligu amerikonsku sendimenninar, Steve Witkoff og Jared Kushner.

- Ein sera positiv samrøða, skrivar Zelensky í einum uppslagi á boðtænastuni Telegram.

Forsetin rósti viljanum hjá Witkoff og Kushner at halda fram at arbeiða næstu vikurnar fyri at fáa diplomatiskan enda á krígnum millum Russland og Ukraina.

Zelensky skrivar eisini, at hann hevur tosað við franska forsetan, Emmanuel Macron, og at teir umrøddu samrøðuna hjá Zelensky við amerikonsku sendifólkini, umframt at hann hevur samskipað framtíðar stig, sum skulu takast.

Zelensky skrivaði hetta í gjár á veg heim úr London, har hann sunnudagin hitti franska forsetan, Emmanuel Macron, bretska forsætisráðharran, Keir Starmer, og týska samveldiskanslaran, Friedrich Merz.

 


Volodymyr Zelensky. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Iran-kríggið skúgvað semingsroyndir til viks

Amerikonsku royndirnar at royna semju millum Russland og Ukraina eru skúgvaðar til viks av Iran-krígnum. 

Zelensky sigur, at hann og tey bæði amerikonsku sendifólkini umrøddu møguleikan fyri fundi í sambandi við komandi G7-toppfundi í Evian í Fraklandi.

Ein kelda sigur við Reuters, at amerikonsk og ukrainsk embætisfólk tosa um møguleikan fyri, at Witkoff og Kushner koma á vitjan í Kiev. 

Tað hevði so verið fyrsta almenna vitjanin hjá sendifólkunum í Ukraina. 

Frammanundan hava Witkoff og Kushner bara verið í Moskva og tosað við russiskar leiðarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598