Baltic Cup: Fótbóltsmenninir spæla um bronsuna í Riga

Baltic Cup: Fótbóltsmenninir spæla um bronsuna í Riga
Lettland - Føroyar: Upp til fimm broytingar kunnu væntast í byrjanarupptillingini hjá manslandsliðnum í mun til dystin ímóti Estlandi leygardagin, sum endaði við 1-0 tapi
Áki Samuelsen fekk sínar fyrstu landsliðsminuttir í tapinum fyri Estlandi leygardagin
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
09.06.2026 - 14:07

Fleiri nýggir spælarar fáa kjansin, tá Føroyar spæla um bronsuna í Baltic Cup ímóti Lettlandi seinnapartin. 

Landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein ætlar at gera upp til fimm broytingar í byrjanaruppstillingini í mun til dystin leygardagin, tá Føroyar taptu 1-0 fyri Estlandi í hálvfinaluni í Pärnu.

SÍ EISINI: Taptu aftur fyri estum

Í dag er dysturin í lettiska høvuðsstaðnum Riga, og úrslitini ímóti Lettlandi síðstu árini geva ikki beinleiðis góðar vónir um, at tað skal eydnast at vinna.

Fyri tveimum árum síðan taptu Føroyar fyri lettum í Baltic Cup-bronsudysti, og í Nations League taptu Føroyar eisini í Riga. Á heimavølli endaði NL-dysturin við javnleiki 2-2.

 

Fyrireiking til Nations League

Tað sum talar fyri einum føroyskum sigri eru úrslitini undir Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen, sum leiddu Føroyar til 12 stig í HM-undankappingini í fjør, tá tað eydnaðist at vinna á Gibraltar úti og heima og Montenegro og Kekkia á heimavølli.

Dysturin í dag hevur ikki somu tyngd ella sama týdning. Fyrst og fremst er venjingarkappingin liður í fyrireikingunum til Nations League, sum verður spæld í heyst. Har eru Føroyar í bólki saman við Kasakstan, Moldova og Slovakia. 

Kringvarpið sendir dystin ímóti Lettlandi í sjónvarpinum klokkan 15.50. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847