U21: Føroyar vunnu á Fraklandi

U21: Føroyar vunnu á Fraklandi
Tað gjørdist ein akkurát líka so trupul dystur hjá føroyska U21-landsliðnum, tá teir í dag spældu móti Fraklandi í fyrsta dystinum í høvuðsumfarinum. Men Føroyar vunnu aftur
Føroysku U21-hondbóltsmenninir gjørdu tað enn einaferð, tá teir í dag vunnu á Fraklandi og teir hava tí spælt seg í fjórðingsfinaluna
Mynd: ihf.info  
 
23.06.2025 - 19:10

Tað restaðu minuttir, tá Ísak Vedelsbøll akkurát kláraði at kroysta bóltin aftur um franska málverjan eftir eina fríspæling frá Óla Mittún. Føroyar fingu eitt 3m-kast mitt fyri og bólturin varð spældur til Óla Mittún, sum valdi at spæla til Ísak Vedelsbøll, hóast hesin stóð mitt í einum trunka við fronskum verjuspælarum.

Strikuspælarin, sum spælir í bestu svensku kappingini, klóraði bóltin til sín og kláraði upp á ein ella annan máta at fáa bóltin í franska málið, men tað er synd at siga, at franski málverjin var serliga væl nøgdur við avgerðina hjá dómaranum, sum vóru úr Bosnia Herzegovina.

 

Treiskaðust fleiri ferðir

Føroyar vóru aftanfyri við trimum, tá tað restaðu ellivu minuttir, men við einum máli frá Høgna Heinasyni og tveimum frá Óla Mittún komu Føroyar upp á javnt, men tað var bara fyri at síggja franskmenn fara framum aftur tá tað restaðu fýra minuttir.

Næstu løtuna skoraði fyrst Sofus í Selvindi Nattestad og síðan var tað Ísak Vedelsbøl, sum endaði skoringina og syrgdi fyri, at Føroyar vunnu við einum máli móti Fraklandi. Endaliga støðan gjørdist 28-27 til Føroyar.

 

Fjórðingsfinalan tryggjað

Tað leikaði øgiliga hart á hjá føroyingum í dag, sum fleiri ferðir vóru aftanfyri við trimum og eisini fýra málum. Men enn einaferð megnaði U21-landsliðið hjá monnum at vísa, hvør dugur er í teimum.

Tað hevur við sær, at Føroyar nú hava fýra stig í bólki III, har Danmark eisini hevur fýra stig. Frakland og Rumenia hava enn einki stig, og tá bara ein dystur er eftir merkir úrslitið í dag, at Føroyar longu nú hava spælt seg víðari til fjórðingsfinalurnar.

Tað er tó ein dystur eftir í høvuðsumfarinum, hann er móti Danmark og verður hann spældur í morgin. Danmark vann í dag við sjey málum móti Rumenia, sum Føroyar eisini vunnu á við sjey málum.

Eftir dystin var Óli Mittúr kosin dagsins leikari.

 

Føroysku hagtølini frá dystinum:

Málskjúttar hjá Føroyum vóru: Óli Mittún 9 (4), Ísak Vedelsbøl 4 (1), Niklas Gaard 4, Høgni Heinason 3, Rókur Ziskason 3, Sofus í Selvindi Nattestad 1, Tóki Fríðriksson 1, Trúgvi Hálvarsson 1, Búi Poulsen 1 og Høgni Højsted 1.

Í málinum hevði Aleksandar Lacok tíggju bjargingar av 33 skotum.

Føroyingar fingu tvær útvísingar í dystinum og franskmenn tríggjar. Men franskmenn fingu eisini eitt reytt kort, til liðskiparan, sum mátti av vølli seint í fyrra hálvleiki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610