Grindin í Vestmannasundi er slept

Grindin í Vestmannasundi er slept
Fyri løtu síðani var ein grind funnin út fyri Slættanestanga, men avgerð at tikin um at sleppa henni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.06.2025 - 17:03

Ikki er greitt, hvussu stór hon er, men helst omanfyri 100 hval.

Kristian Martin Joensen, sýslumaður í norðurøkinum, sigur við Kringvarpið, at líkindi at reka grindina eru ring.

Í Vestmanna, Kvívík og Leynum hava tey eisini nóg mikið av grind, og líkindini í Leynum at halda grind til er vánalig. 

Umhugsað var tí at reka hana til Bíggjar, men har er eisini ringur sjógvur, og líkindini at fara suður gjøgnum sundið eru eisini ring. 

Avgerð er tí tikin um at sleppa henni, segði Kristian Martin Joensen, sýslumaður, í tíðindunum kl. 6.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386