U21-venjari: "Uppi at koyra" ímóti endanum

U21-venjari: "Uppi at koyra" ímóti endanum
Vit vóru uppi at koyra ímóti endanum, men hildu avtalurnar, og tí vunnu vit dystin. Tað sigur U21-venjarin Djóni Gaard Joensen eftir fjóðringsfinalusigurin á Slovenia í gjár
Djóni Gaard Joensen og hini á føroyska bonkinum royndu at halda høvdið kalt ímóti endanum av dystinum ímóti Slovenia
Mynd: IHF/Kolektiff/Anze Malovrh  
 
27.06.2025 - 10:03

Tey vóru eitt sindur heit um skallan á føroyska bonkinum ímóti endanum av HM-fjórðingsfinaluni, tá Slovenia fekk minkað um munin niður í bert eitt mál. 

 - Vit vóru eitt sindur uppi at koyra, viðgongur venjarin, Djóni Gaard Joensen. 

 - Men eg føldi, at vit høvdu allatíð gott tamarhald á dystinum, sjálvt um slovenarnir komu inn aftur í dystin. 

 

Hoyr samrøðu úr útvarpstíðindunum:

250627_DJONIGJ_LJOD_NET

 

Hildu dystarætlanina 

Føroyar vunnu 35-33, og tað var væl og virðiliga uppiborið, men munurin tódnaði í so nógv síðstu minuttirnar. Føroyska U21-liðið fór í steðg seks mál frammanfyri, men slovenar minkaðu um munin tíðliga í seinna hálvleiki. 

Føroyar fóru undan aftur eina løtu, men heilt ímóti endanum, tá Slovenia fór heilt fram á vøllin at órógva, varð bert eitt mál á muni. Tá var tað, at Rókur Ziskason fekk bart seg ígjøgnum og skorað forloysandi málið, sum tryggjaði Føroyum hálvfinaluplássið.  

 - Vit løgdu eina góða ætlan áðrenn dystin, og vit hildu hana, sjálvt um tað varð trupult á vegnum. Slovenar royndu ymiskt, men vit stólaðu upp á avtalurnar, vit høvdu gjørt, sigur Djóni Gaard Joensen, sum stendur á odda fyri liðnum saman við Hjalta Mohr Jacobsen. 

 

Enn torførari uppgáva bíðar 

Í kvøld er hálvfinalan ímóti Portugal á skránni, og sambært føroyska venjaranum er talan um eina uppgávu, sum er uppaftur torførari enn undanfarnu dystir. 

- Portugal eru góðir, staðfestir Djóni Gaard Joensen, sum saman við Hjalta Mohr Jacobsen hevur sitið og analysera komandi mótstøðuliðið í nátt. 

 - Vit skulu hava okkara góða álopsspæl at koyra. Teir hava nakrar øgiliga sterkar miðverjar, sum vera tungir at spæla við, og so hava teir ein málverja, sum eisini verjir málið hjá A-landsliðnum og ikki er so nemmur at hava við at gera. So er tað sjálvandi verjan. Teir spæla øgiliga skjótt, og har skulu vit gera alt fyri at royna at hanga í, sigur Djóni Gaard Joensen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297