Ítróttaháskúlin í Suðuroy í holt við forprosjektið til ein skúlabygning

Ítróttaháskúlin í Suðuroy í holt við forprosjektið til ein skúlabygning
Ítróttaháskúlin í Suðuroy er farin í holt við forprojekt um ein skúlabygning. Landið hevur latið 350.000 kr, og Nordea-fonden letur 1.450.000 mió kr til verkætlanina. 
 
28.06.2025 - 19:00

Ítróttaháskúlin í Suðuroy er farin í holt við forprojektið um ein skúlabygning. Landið hevur latið 350.000 kr, og í gjár gjørdist tað alment, at Nordea-fonden letur 1.450.000 mió kr til verkætlanina. 

- Tað vísir, at onnur eisini síggja virðið í tí, sum vit arbeiða við, sigur Miriam Jannit Norðberg, leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. 

Síðan 2016, tá Ítróttaháskúlin byrjaði, hava tey ikki havt ein skúlabygning, men hava leigað seg inn í ymisk høli. 

- Fáa vit ein skúlabygning, so merkir tað, at vit ikki longur skulu liva í tí óvissuni, sum kemur av at leiga høli. Tað merkir eisini, at vit fáa eitt stað at goyma útgerð so sum kajakkir og vátdraktir, sigur Miriam Jannit Norðberg. 

Í august verður arkitektakappingin sett í gongd, og síðst í november velja tey, hvørjum prosjekti tey ynskja at arbeiða víðari við, og síðani fara tey at arbeiða við at útvega fígging. Sjálv byggingin fer helst ikki í gongd fyrr enn í 2027. 

 

1751298

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672