Støðugt fleiri brúka Sandoyartunnilin

Støðugt fleiri brúka Sandoyartunnilin
Akførini, sum fara gjøgnum Sandoyartunnilin, gerast støðugt fleiri
Nógv fleiri enn væntað brúka Sandoyartunnilin.
 
03.07.2025 - 07:22

Akførini, sum fara gjøgnum Sandoyartunnilin, gerast støðugt fleiri.

Tey vóru 1196 í miðal um samdøgrið í juni.

Í mai vóru tey 1157. 

Í juni í fjør vóru akførini 876 í miðal um samdøgrið.

Í Eysturoyartunlinum var miðaltalið 6.615 í juni. Tað var 6.687 í mai.

Í juni í fjør var miðaltalið 5.579.

Í Vágatunlinum var talið 244 størri enn í mai, men i Norðoyatunlinum vóru akførini 60 færri í miðal um samdøgrið í juni enn í mai.

Tey vóru nakað væl færri í juni í fjør.

Ein part av juni í fjør var verfall.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542