- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bakkafrost fekk ein syngjandi lúsing frá íleggjarunum

Størsta føroyska alifyritøkan, Bakkafrost, fekk av at vita í keypskálunum í dag.
Beint eftir klokkan 18 í gjárkvøldið, sendi felagið eina fráboðan til keypskálan, har felagið, sum tað hevur skyldu til, sigur frá, hvat úrslitið fyri 2. ársfjórðing verður. Og úrslitið er nógv verri enn tað til dømis var í 2. ársfjórðingi í fjør.
Tá hevði Bakkafrost-samtakið rakstrarúrslit, tað sum á fakmáli verður kallað "operationelt EBIT", uppá 388 milliónir krónur, men í ár rakstrarúrslitið í 2. ársfjórðingi bara 65 milliónir krónur. Tað er ein afturgongd uppá góð 84 prosent samanborið við 2. ársfjórðing í fjør.
Í fráboðanini skrivar leiðslan í Bakkafrosti, at lágu laksaprísirnir hava havt negativa ávirkan á samlaða úrslitið, og tað er tað nokk eingin, sum ivast í. Tí prísurin fall nógv frá ársbyrjan og tað merkist. Men norskir greinarar góðtaka ikki, at prísfallið einsamalt hevur so stóra ávirkan á úrslitið í 2. ársfjórðingi, tí úrslitið fyri føroyska partin er heldur ikki nóg gott.
Ringt tekn at smoltframleiðslan er rakt
Ein teirra er Alexander Aukner, sum er leiðandi greinari hjá DNB Carnegie, sum í samrøðu við Intrafish sigur, at roknskapurin fyri annan ársfjórðing er serliga vánaligur.
Alexander Aukner sigur eisini, at marknaðurin, síðan Bakkafrost keypti Scottish Salmon Company, hevur vant seg við, at tað er tungt at fáa tað at hanga saman í Skotlandi, men tað sum kemur serliga óvart á hann í hesari fráboðanini er, at tað akkurát melur runt í Føroyum. Hetta hóast laksaprísurin í hesum ársfjórðinginum hevur ligið um 70 krónur kilo.
Ein annar greinari, Christian Olsen Nordby, sum er greinari hjá Arctic Securities, er samdur við starvsfelagnum, og sigur, at íleggjararnir hava vant seg við, at Skotland er ein avbjóðing, og teir hava givið samtakinum langan snór. Men úrslitini í Føroyum hava verið góð í langa tíð og eru tey ikki tað, so er okkurt, sum ikki ruggar heilt rætt.
Tí halda báðir greinararnir, at niðurtúrurin, sum partabrævið fekk í dag, kann vera ein greið ábending um, at tolið hjá íleggjarunum er uppbrúkt. Og tað segði Christian Olsen Nordby eisini í samrøðu við útvarpið á nátturða.
Sjálvt um íleggjararnir hava verið tolnir, tá tað hevur snúð seg um skotska partin av Bakkafrost, so metir greinarin hjá Arctic Securities, at okkurt er gingið galið, tá felagið tekur so stórar niðurskrivingar, sum mann hevur gjørt í 2. ársfjórðingi. Og tað sum er verri er, at Bakkafrost ikki bara tosar um, at mann hevur mist fisk í alipartinum; nei, man hevur eisini mist fisk í smoltframleiðsluni, og tað er sambært Christian Olsen Nordby eitt ringt tekn.
Risastór íløga
Tað var í 2019, at Bakkafrost keypti 69 prosent av Scottish Salmon Company frá ukrainskum ríkmanninum, Yuriy Lopatynskyy, fyri millum fýra og hálvafimtu milliardir krónur.
Keypið varð fíggjað við, at Bakkafrost økti um partapeningin við 15 prosentum, og hóast tað kann virka nokkso nógv, so var eingin trupulleiki yvirhøvur hjá felagnum at fáa nýggjar eigarar at keypa, og at fáa gamlar eigarar at keypa meira.
Í samband við keypið, segði Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrosti, við Dimmalætting, at Bakkafrost kappaðist við aðrar um felagið, sum í 2018 seldi fyri hálva aðru milliardir krónur og hevði eitt avlop upp á eina slaka hálva milliard krónur.
- Í okkara optikki hava vit fingið fatur á einum øgiliga áhugaverdum felag. Felagið koyrir væl nú og hevur eina trygga framleiðslu, men vit eru av tí greiðu sannføring, at vit kunnu flyta felagið enn longur rættan veg við okkara vitan, segði Regin Jacobsen við Dimmalætting tann 20. september 2019.
Í somu samrøðu nevnir Regin Jacobsen, stjóri tað, sum Christian Olsen Nordby, greinari í Arctic Securities nevnir í samrøðuni við KvF í dag; at tað hevði verið munandi einfaldari fyri Bakkafrost, um mann bara hevði føroysku alingina at fyrihalda seg til.
- Í grundini kundu vit havt sagt, at tað, sum vit gera í Føroyum er ríkiligt, tí vit hava havt eina risastóra íløguætlan koyrandi her heima leingi. Tað, sujm vit nú fara at gera er, at gera eina líknandi íløguætlan fyri skotska partin eisini, segði Regin Jacobsen við Dimmalætting 20. september 2019.
Hava mist eina milliard í Skotlandi
Tað hevur tó gingið meira enn óvanliga striltið hjá Bakkafrosti at fáa samanhang í roknskapin hjá skotska dóttirfelagnum.
Felagið, sum sambært stjóranum koyrdi væl og hevði eina trygga framleiðslu, hevur síðan Bakkafrost keypti tað í 2019 bara havt avlop eitt ár. Tað var í 2020, tá felagið sambært roknskapinum hjá samtakinum hevði eitt avlop uppá 185 milliónir krónur, men í 2019, 2021, 2022, 2023 og í 2024 hevði Bakkafrost Skotland, sum tað nú eitur, hall hvørt ár, og talan var um stór hall.
Í 2019 hevði skotska deildin hall uppá 191 milliónir krónur, í 2021 var hallið 253 milliónir krónur, í 2022 var hallið 274 milliónir krónur, í 2023 var tað 263 milliónir krónur og í 2024 var tað 227 milliónir krónur.
Tað vil siga, at Bakkafrost, umframt íløgupeningin uppá hálvafimtu milliard og tær íløgur, sum samtakið hevur gjørt í skotska dótturfelagnum síðan keypið, hevur mist gott og væl eina milliard krónur.
Í so máta kann tað sigast vera áhugavert, at íleggjararnir ikki hava reagerað fyrr, men tað gjørdu teir so í dag, tá kursurin lækkaði til tað lægsta, sum hann hevur verið síðan í februar í 2018.
Trýst á leinki niðanfyri og hoyr alt innslagið við Christian Olsen Nordby, greinara hjá Arctic Securities, sum var í tíðindunum á nátturða.