Ein kosmisk løta úr Brasil til Syðrugøtu

Ein kosmisk løta úr Brasil til Syðrugøtu
Tað er ikki hvønn dag, at tónleikur úr Brasil er í Syðrugøtu. ‘Í løtuni’ fekk spennandi bólkurin Lívia Mattos møguleikan at seta ein heilt serligan dám á G! festivalin.
Lívia Mattos í løtuni
Mynd: Finnur Justinussen  
 
17.07.2025 - 21:27

Lívia Mattos er bólkur úr Brasil, ið kemur beint frá konsertferð úr Kanada. Bólkurin er á heimsferð, og G! festivalurin er ein serligur steðgur á leiðini. Hetta er fyrstu ferð, tey spældu á G! og eru í Føroyum. 

“Eg eri so spent at hitta fólk, aðrar tónleikarar og bara vera her,” segði Lívia. Tey vóru boðin við í verkætlanina 'Í løtuni', har Kringvarpið tekur upp tónleikaupptøkur í føroysku náttúruni.

“Vit spæla vanliga við trummum, so vit máttu tillaga okkum, men tað riggaði ótrúliga væl. Eg elski hugskotið at samantvinna ljóð og landslag.” 

 

Ein kosmisk niðurtøka 

Til upptøkuna valdu tey ein nýggjan sang, sum kemur út á komandi útgávu teirra næsta mánað. Lagið eitur 'Forrógutti', ið er eitt orðaspæl millum ‘forró’, serliga rútman úr Brasil, og navnið á læraranum hjá tónleikaranum, Toninho Ferraguti. 

“Tá eg gjørdi lagið, kom tað bara til mín. Eg hugsaði ikki nógv. Tað var sum ein kosmisk niðurtøka,” sigur Lívia. Lagið er fult av orku, rørslu, kenslum og onkrum óvæntaðum - kenslur, sum tey sjálv nevna sum kjarnan í tónleikinum. 

Vilja koma aftur 

“Vit vilja bjóða føroyingum at lurta, at knýta seg til okkum, og vit vóna at sleppa aftur á G!." 
Eisini siga tey seg vita um aðrar festivalar í Føroyum, sum tey heilt víst eisini høvdu kunnað verið við til. 

Tey hava júst givið út eitt staklag við heitinum Kaukaya, ið longu er tøkt á stroymingartænastum. Hetta lagið er ein blanding av ‘forró’ úr Brasil og einum sangara úr India.  

Nýggja útgávan hjá bólkinum kemur út næsta mánað, og við sær hevur hon eitt ljóð, sum er bæði heimsumfatandi og heilt serligt. Akkurát sum løtan, tey skaptu í Syðrugøtu. 

Lívia Mattos spælir á G! festivalinum fríggjakvøldið klokkan 21.35 í Fjósinum. 

Sí upptøkuna av bólkinum Lívia mattos í løtuni her:  
 

ilotuni_LiviaMattos

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. desember
Morgunlestur leygardagur 27.desember 2025
201878
Fríggjadag 26. desember
Guðstænasta úr Rituvíkar kirkju
201982
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871