Emil fekk besta føroyska úrslitið nakrantíð

bannari
Emil fekk besta føroyska úrslitið nakrantíð
Emil Jakobsen bleiv í dag nummar 13 á breytini í Stromness við 70 sløgum, sum er fimm yvir par. Hetta er besta einstaka úrslitið hjá einum føroyingi á oyggjaleikunum
Emil Jakobsen á breytini í Stromnes
Mynd: Dánial Olsen  
 
17.07.2025 - 17:01

Sæð við føroyskum golfeygum var stóra søgan, at Emil Jakobsen endaði á 13. plássi eftir oyggjaleikakappingina í Stromness í Orknoyggjum.

- Emil Jakobsen er tann, sum klárar seg nógv best av øllum føroyingunum. Her á Orknoyggjum eru leikarar og áskoðarar ovfarnir av hansara longu dreivum, men hann spælir eisini við stórum váða, og verður stundum revsaður við at enda úti í síðum vøkstri, sum er sera torførur at spæla seg burturúr, skrivaði Ingi Samuelsen, formaður í golfsambandinum

Í Guernsey í 2023 varð Emil Jakobsen nummar 46, og besta føroyska oyggjaleikaúrslitið nakrantíð higartil var 28. plássið hjá Jógvani Jespersen á Isle of Wight í 2011. Líggjas Jógvansson bleiv nummar 49, meðan Palli Henriksen og Óskar Eiriksson endaðu á ávikavist 58. og 59. plássið. Hjá kvinnunum spældi Finngerð Clark í +11 í dag og endaði á 21. plássi.

 

(Mynd: Dánial Olsen)                                                                      Emil Jakobsen

 

Líkindini at spæla hava verið góð. Tað hevur verið sól og gott veður at kalla allar leikirnar. Golf í Føroyum stríðist við at fáa eina golfbreyt, og tað kann merkjast til tíðir, tá spælast skal á veruligum golfbreytum.

 - Avbjóðingin á golfbreytunum í Orknoyggjum er ikki so nógv at náa fram til grønarnar, tí holini eru lutfalsliga stutt. Men grønarnir eru ógvuliga skjótir, og tað er ringt at fáa bóltarnar at støðga, og tí eru tað nógvir føroyskir bóltar, sum eru rullaðir út av grønanum eftir eitt gott innspæl, sigur Ingi Samuelsen.

Í liðkappingini fóru Falklandsoyggjar fram um Føroyar eftir ein sera góðan hósdag hjá teimum. Føroyar endaðu á 13. plássi framman fyri Grønland, Menorca og Hitra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162