Skilir væl at uttanlandsnevndin ikki er kunnað enn

Skilir væl at uttanlandsnevndin ikki er kunnað enn
Tiltøkini móti ávísum russiskum skipum eru júst komin í gildi, sigur formaðurin í uttanlandsnevndini
Bjarni Hammer er formaður í uttanlandsnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.07.2025 - 09:23

- Eg skilji væl, at uttanlandsnevndin ikki er kunnað enn. 

Tað sigur formaðurin í uttanlandsnevndini, Bjarni Hammer, nú Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sanbandsflokkinum, hevur funnist at vantandi kunning til nevndina í sambandi við politikkin hjá landsstýrinum viðvíkjandi svartlistaðu russisku skipunum, sum hava atgongd til føroyskan sjógv.

Bjarni Hammer vísir á, at Noreg tók málið upp, eftir at løgtingið var farið í summarfrí í mai, og norsku tiltøkini komu ikki í gildi fyrr enn fyrst í hesum mánaðinum. Tí er ikki so langt fráliðið.

 

 

Russiski trolarin Melkart 2 hevur verið í miðdeplinumn í seinastuni, tí hóast bæði ES og Noreg hava sett tiltøk í verk móti reiðarínum, sum eigur skipið, sleppur trolarin framvegis í føroyskan sjógv.

 

Hann sigur, at í Evropa gongur ES undan, tá ið ræður um revsitiltøk móti Russlandi, og so koma hini londini aftaná. Og Føroyar hava tikið undir við teimum tiltøkum, sum onnur lond hava sett í verk.

Men kunning hevur ikki verið alla tíðina.

Hoyr samrøðu við Bjarna Hammer: 


 

22072025_Bjarni_Hammer

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098

Annað frá KVF