Leigustuðul kemur á nýggjárinum

Leigustuðul kemur á nýggjárinum
Leigustuðul skal javnseta leigarar við bústaðaeigarar, og arbeiðið við málinum er byrjað
Tey, sum búgva til leigu, skulu fáa leigustuðul, ætlar landsstýrið.
 
31.07.2025 - 13:21

Í løgmansrøðuni boðaði Aksel V. Johannesen frá, at arbeitt verður við at seta í verk leigustuðul, sum skal javnseta leigarar við bústaðaeigarar.

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, sum umsitur bústaðarmál, Margit Stórá, sigur, at arbeiðið er byrjað, og ætlanin er, at leigustuðulin skal koma í gildi 1. januar 2026.

 

 

Margit Stórá, landsstýriskvinna í bústaðamálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í útgangsstøðinum skulu øll, sum leiga, fáa rætt til leigustuðulin. Tó verða ymsar treytir.  

Ætlanin er, at nýggi leigustuðulin skal skipast sum frádráttur í skattinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

31072025_Leigustudul

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672