Kærustovnurin viðgjørdi 138 barnaverndarmál í fjør

Kærustovnurin viðgjørdi 138 barnaverndarmál í fjør
Talið veksur, og yvirvág er í málum um børn, sum hava útlendsk foreldur
Anna Dam er løgfrøðingur á Barnaverndarstovuni.
 
04.08.2025 - 13:26

Tá børn skulu umsorganaryvirtakast, ella eru umsorganaryvirtikin, og avgerð til dømis skal takast um foreldrasamveru, skal málið altíð fyri Føroya Kærustovn til støðutakan. 

Og Føroya Kærustovnur fær eitt vaksandi tal av barnaverndarmálum. Í fjør komu 138 barnaverndarmál til stovnin at viðgera.

Tað eru 29 prosent fleiri enn árið fyri. Og hetta er ikki eitt einstakt fyribrigdi, tí tað talið var 25 prosent størri enn í 2022.

So ein greiður, stórur vøkstur er í hesum málum, sum kunnu vera mál, har børn skulu umsorganaryvirtakast, ella eru umsorganaryvirtikin, og eitt nú samvera við foreldrini skal ásetast ella broytast. 

Talið av málum veksur, og tað ger talið av persónum, børnum, sum viðgerðin snýr seg um, eisini.

109 børn vóru í fjør í hesum slagi av álvarsomum barnaverndarmálum. Talið av børnum vaks 20 prosent frá 2022 til 20 23, og 22 prosent frá 2023 til 2024. 

 

22 børn sett heiman

Anna Dam, løgfrøðingur hjá Barnaverndarstovuni, váttar, at ein vøkstur er í barnaverndarmálum. 

Tølini har vísa, at í fjør vórðu 22 børn sett heiman. Í 2021 og 2022 vóru hesi tølini undir 10. So hóast tølini eru smá, er talan um eina tvífalding av børnum, ið eru tikin úr heiminum.

Spurd, hvørjar orsøkir kunnu vera, sigur Anna Dam, at ein ávís yvirvág av børnum við útlendskum foreldrum er at síggja, og er ein av frágreiðingunum til vøksturin.

Hon sigur, at vit mugu ásanna, at tað hevur ikki eydnast at gera aðrar skipanir, sum tryggja, at børn hjá foreldrum, ið koma til landið at arbeiða, ikki detta niðurímillum.

Tey, sum annars oftast boða barnaverndunum frá, at børn eru fyri vanrøkt ella harðskapi, eru løgreglan og síðani skúlarnir. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. mai
Jambalaja - 020526
207822
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472