Katólska kirkjan í New York skal gjalda 5,1 milliard krónur í endurgjaldi

Katólska kirkjan í New York skal gjalda 5,1 milliard krónur í endurgjaldi
Tað hava í nógv ár verið stórir trupulleikar við katólskum prestum, sum hava misbrúkt børn. Tað hevur kostað bispadømunum í Los Angeles og New York slakar 11 milliardir krónur
St. Patrick Cathedral í New York
Mynd: Jean-Christophe BENOIST/Wikimedia  
 
02.05.2026 - 14:46

Filmar eru gjørdir um evnið, og í nógv ár hevur tað javnan verið frammi í miðlunum, at katólskir prestar í USA hava misbrúkt børn.

Av tí sama hava ákoyringarnar móti kirkjuni verið ógvusligar, fyrst og fremst, tí kirkjurnar ikki hava vilja tikið ábyrgd fyri tí, sum er hent. Seinnu árini hava onkur erkabispadømi tó gjørt semju um endurgjald. Tað gjørdi bispadømið í Los Angeles í 2024, tá mann gjørdi eina semju, sum gav offrunum fyri misbrúkinum 5,6 milliardir krónur at býta.

Nú hevur eisini erkabispadømið í New York gjørt semju, sum kemur at kosta 5,1 milliard krónur. Tað skal býtast millum tey 1.300 offrini og verður tað býtt javnt, so fáa tey slakar fýra milliónir krónur í part.

Tað skrivar DR.

Men upphæddin kann gerast størri, tí við semjuni hava offrini fingið heimild til at fara eftir tryggingarfeløgunum hjá bispadøminum, og vinna tey, so kann tað hava við sær, at endurgjaldið verður størri.

Jeff Anderson er ein av sakførarunum hjá 300 av teimum 1.300 offrunum, og hann fegnast um semjuna. Tó finst hann at kirkjuni fyri ikki at taka nóg stóra ábyrgd fyri tí sum er hent.

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr innslagið, sum var í tíðindunum á middegi.

1810388

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366