- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ársins fyrsti bátafestivalur í fagrasta veðri

Summarið nærkast og tað er ikki barað veðrið, sum vísir tað. Summarstevnurnar fara eisini at vísa tað, tá tær koma, festivalarnir eisini, men beint nú eru tað bátafestivalarnir, sum stand á skrá.
Tann fyrsti er á Toftum í dag.
Bátarnir byrjaðu í Skálafirði klokkan 11.30 og vóru á Toftum um eitt-tíðina og so koma tiltøkini í einari langari røð. Niclas Davidsen, helt eina vælkomstrøðu tíðliga seinnapartin, tiltøk hava verið til børnini og seinni í kvøld vera tiltøk fyri vaksin, millum annað Syngið við og bryggjudansur.
Hetta er tann 21. bátafestivalurin í røðini. Tað eru 22 ár síðan byrjað var, men sum so nógv annað varð Bátafestivalurin eisini avlýstur í 2020, tá korona legði landið lamið.
Tað var í 2005, at tann fyrsti Bátafestivalurin var hildin. Tá var tað fyri at vísa, at mann á Toftum hevði stovnað eitt bátafelag, og so var tað eisini fyri at savna pening inn til ein skúlaflokk, sum skuldi uttanlands á námsferð, at mann skipaði fyri tí fyrsta festivalinum. Tá hevði mann eina vón um at tað kundi gerast til eitt afturvendandi tiltak, men mann hevði nokk ikki sæð, at talan skuldi gerast til eitt so stórt afturvendandi tiltak sum talan nú er um.
Tað sigur Kristian Poulsen, høvuðsfyriskipari av Bátafestivalinum við KvF.
Men tað er tað so blivið til og nú er festivalurin bara blivin ein fastur partur av kalendaranum á Toftum - ella í Nes kommunu.
Trýst á pílin niðanfyri, og hoyr samrøðuna við Kristian Poulsen, sum var send á middegi.























