- Tíðindi, mentan og ítróttur
Witkoff komin til Russlands

Eftir eina viku við hóttanum um revsitiltøk og kjarnorkukríggj millum Russland og USA, er serligi amerikanski sendimaðurin, Steve Witkoff, komin til russiska høvuðsstaðin Moskva í morgun.
Witkoff skal hitta leiðsluna í Kreml.
Støðan millum londini er spent, tí amerikanski forsetin hevur hótt Russland við fíggjarligum revsitiltøkum, um landið ikki gevst við álopunum á Ukraina og byrjar tingingar um eina vápnahvíld í seinasta lagi fríggjadagin.
Hótt við 100 prosent revsitolli
Amerikanski forsetin hevur hótt við 100 prosent revsitolli.
Eisini hevur hann ávarað um, at USA fer at revsa handilsligar samstarvsfelagar hjá Russlandi. Millum annað tey, sum keypa russiska olju og gass.
Tað fekk navnframar russiskar politikarar, at hótta við triðja heimsbardaga.
Síðani gav Donald Trump boð um, at senda tveir kjarnorkukavbátar til russiska markið.
Ikki tikin av borðinum
Amerikanski forsetin segði í gjárkvøldið, at revsitiltøkini eru avgjørt ikki tikin av borðinum:
- Vit søgdu ongantíð, hvussu nógv prosent, men vit fáa at síggja, hvat hendir í næstum. Vit fara at síggja, hvat hendir. Tú veitst, fundur skal vera í morgin - vit skulu fundast við Russland í morgin. Vit fáa at síggja, hvat hendir. Vit taka avgerðina tá, segði Donald Trump í gjárkvøldið.



























