Størri ferðsla gevur minni veðhald

Størri ferðsla gevur minni veðhald
Partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar fekk nógv minni enn sett var av til veðhald í fjør
Ferðslan er størri enn mett og veðhaldi minni.
 
07.08.2025 - 06:58

Partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar fekk nógv minni enn sett var av til veðhald í fjør.

Í fíggjarlógini vóru 40 milliónir krónur settar av, men veðhaldið bleiv bara 28 milliónir og 574.000 krónur.

Ferðslan í teimum báðum tunlunum var størri enn mett var, tá fíggjarlógin fyri 2024 var gjørd.

Felagið Eystur- og Sandoyartunlar fekk sjey milliónir krónur í stuðli úr landskassanum til at lækka prísirnar. 

Og felagið fekk eisini 10 milliónir krónur í rakstarstuðli.

Játtanin kom í fjør.

Endamálið við henni er, at felagið skal hava møguleika at fáa stuðul úr landskassanum. 

Sambært fíggjarlógini er játtanin partur av politisku semjuni frá 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203