SF25: Vágsbøur bleiv eitt schlager-helviti leygarkvøldið

SF25: Vágsbøur bleiv eitt schlager-helviti leygarkvøldið
Eitt himmalskt føroyskt seinsummarkvøld á Vágsbøi leygarkvøldið endaði sum eitt schlager-helviti, tá DJ Ötzi umskapaði Føroya størsta pall til ein øl-fest í Tirol
DJ Ötzi møtti upp í einari tætt sitandi, hvítari Jens Martin Knudsen-húgvu, og við sær á pallin hevði tirolarin ein sera væl spælandi bólk.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
10.08.2025 - 22:00

"Uni! Hvar f.... hava teir fingið fatur á hesum fýrinum?" spurdi ein kvinna, tá hon eina løtu stóð undir liðini á mær á Vágsbøi leygarkvøldið og lurtaði, meðan DJ Ötzi futta ein schlagara fyri av og annan eftir. 

Tey, ið ikki vita, hvat schlager-tónleikur er, so er tað tónleikur á týskum málum, sum er serliga væl umtóktur í Týsklandi, Eysturríki, Sveis og Norðurlondum. 

Tónleikurin er eykendur við fangandi og einføldu løgum, yvir-kenslusárum og romantiskum tekstum, í einari lættari upptakt. 

Har vóru hitt sum "A Mann für Amore", "Anton aus Tirol" og "Ein Stern", ið donsku Kandis hava gjørt eina útgávu av.

Tað sigur í grundini alt um tónleikin, ið føroyingar hugnaðu sær so hjartaliga til leygarkvøldið á Vágsbøi. 

"Hetta er tað reina Heidi og fjallaabbin," var áðurnevnda kvinnan skjót at leggja afturat. 

Myndir: Bárður Lydersen

 

Kitsj-faktor yvir 50

Tað stutta svarið upp á spurningin hjá kvinnuni er, at Summarfestival-fyriskipararnir nokk hava funnið DJ Ötzi í onkrum telti í sambandi við ein øl-festival í Tirol í Eysturríki. 

Og samanberingin við Heidi og fjallabban var ikki heilt av leið.

Kitsj-faktorurin hesa løtuna, tá ið føroyingar gingu banans í Ötzi'sa-schlager-helviti á Vágsbøi, var væl yvir 50. Tað var tað reina after-ski á Vágsbøi.  

Framførslan var sniðgivin til at full fólk kundu hugna sær til uttan at skula hugsa ein ærligan tanka ella fyrihalda seg til nakað kensluligt. 

Meðan mann stóð og merkti, hvussu dølskur mann bleiv av at lurta eftir tirolaranum, so stóð mann eisini upp á skift og krimpaði tær og iðraði seg um, hví í ólukkan mann ikki hevði fingið hugskotið at selja Tirolara-hattar í sambandi við konsertina. So hevði mann verið ein múgvandi maður í dag. 

 

Í Jens Martin-húgvu

Sjálvur møtti DJ Ötzi tó upp í einari tætt sitandi, hvítari Jens Martin Knudsen-húgvu, og við sær á pallin hevði tirolarin ein sera væl spælandi bólk.

Topptunaðir tónleikarar, ið eyðsæð hava spælt saman í nógv ár til óteljandi oktoberfestir. Har var eingin slingur í valsinum. 

Meðan ung sum vaksin, høg sum lág skrálaðu og dansaðu av heilum hjartað afturvið partymix-útgávunum hjá DJ Ötzi av "Sweet Caroline", "Hey! Baby! og  framúrskarandi sanginum "Sex On Fire" hjá Kings of Leon, kundi ein ikki lata vera við at hugsa, at fyriskipararnir av Summarfestivalinum eiga at borðreiða við orginalinum av hesum síðsta sanginum næsta ár og fáa Kings of Leon at framføra. 

 

Men hvat skal mann vinda burtur úr tí sannroynd, at Vágsbøur - landsins størsti pallur - kókaði leygarkvøldið, tá hann bleiv umskapaður til eitt schlager-helviti. 

Kanska var tað sum ein góður vinmaður tók til: 

"Eftir at hava sæð seks- til áttatúsund fólk ganga bananas til DJ Ötzi og Dynamit, so hevur gøtuparlamentið talað. Ein syngjandi lúsingur til Leitsstein. Fólkið vil hava fest!"

 

Kanska eru Norðoyggjar føroyska Tirol? Kanska eru føroyingar nakrir tirolara-hattar? Og kanska er DJ Ötzi bara eysturríka svarið upp á Dynamit?

Men vónandi er tað sum áðurnevnda kvinnan eisini tók til:

"Veit DJ Ötzi ikki av, at einasta orsøkin til, at vit eru so glað, er at tað hevur slitið í, og veðrið er gott?"

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400