Stungu myndatól í lundaholur

Stungu myndatól í lundaholur
Tað harmar Ingu Tórarenni, at náttúran og fuglalívið í Skúgvi verður viðfarið soleiðis
 
10.08.2025 - 19:05

Tað kemur meira enn so fyri, at fólk ganga og sita lundalandinum í Skúgvi, og leygardagin hendi tað aftur. Tí valdi Inga Tórarenni, sum býr í Skúgvi, at filma útlendsku ferðafólkini, tí tey millum annað stungu myndatól í lundaholur. 

Inga_1

 

Tað harmar Ingu Tórarenni, at náttúran og fuglalívið í Skúgvi verður viðfarið soleiðis, og tað gjørdu hon eisini greitt fyri útlendsku ferðafólkunum.

Inga_2

 

Í fjør heyst varð skipað fyri borgarafundi í Skúgvi, um at  skipa oynna sum verndarøki.

Tað vóru Skúvoyar kommuna og hagastýrini í Skúvoy, sum høvdu heitt á Umhvørvisstovuna um at verja oynna við heimild í Náttúruverndarlógini.

Á tí fundinum varð kunnað um tilgongdina, tá arbeitt verður við at gera eina verndarkunngerð, og hvussu fólk og aðrir áhugapartar kunnu veita upplýsingar, sum eru viðkomandi fyri skipan av verndini.

Vit hava tosað við umboð frá Umhvørvisstovuni í dag, og tey siga, at arbeitt verður víðari við hesi ætlan, men at tað ikki lá fyri at gera viðmerkingar til málið í dag.

Frammanundan er Skúgvi - eins og Nólsoy og Mykines - lýst sum Ramsar-øki, sum kom í gildi í 2017.

Í kunngerðini er ásett, at í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla skjótari enn átta fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi kring alla oynna í Skúvoy og Mykinesi og kring partar av Nólsoy. 

Óneyðugur gangur, til dømis harður tónleikur og sigling við vatnskootarum, er eisini bannaður í nevnda tíðarskeiði.

Endamálið er at geva fugli, sum reiðrast, frið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120