Fingu einki úr Tjóðbankanum í fjør og fyrraárið

Fingu einki úr Tjóðbankanum í fjør og fyrraárið
Í ár væntar landsstýrið at fáa fimm milliónir krónur
Landskassin fær part av yvirskotinum, sum ríkið fær frá Tjóðbankanum.
 
11.08.2025 - 10:36

Landskassin fekk ikki eitt oyra frá Tjóðbankanum í 2023 og 2024.

Men í ár væntar landsstýrið at fáa fimm milliónir krónur.

Landskassin hevur rætt til at fáa ein part av yvirskotinum hjá Tjóðbankanum.

Men einki var lutað út í 2023 og 2024.

 

Hall og avlop

Tjóðbankin hevði 8,5 mia. kr. í halli í 2022 og 10,6 mia. kr. í avlopi í 2023. 

Landsstýrið væntaði at fáa fimm milliónir í fjør fyri 2023. Men har kom ikki eitt oyra, hóast Tjóðbankin hevði avlop í 2023.

Landskassin fær part av yvirskotinum, sum ríkið fær frá Tjóðbankanum.

Partur landskassans verður roknaður sum lutfallið millum føroyska seðlaumfarið og alt seðlaumfarið í ríkinum við ársenda. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775