Seks prosent størri nýtsla

Seks prosent størri nýtsla
Forbrúkið hjá okkum føroyingum er vaksið seks prosent fyrstu níggju mánaðirnar í ár, samanborið við fyrstu níggju mánaðirnar í fjør
11.12.2025 - 19:14

Landsbankin hevur kannað, hvussu stór nýtslan er á føroyskum visa-, master- og øðrum kortum. Fystu níggju mánaðirnar í ár var hon í miðal 425 milliónir krónur um mánaðin. 

Tað er 24 milliónir krónur meir enn somu tíð í fjør, tá ið hon var 401 milliónir í miðal um mánaðin.

Og tað er hent, hóast føroyingar í summar søgdu seg vera meiri svartskygdar og fóru at nýta minni pening næsta árið. Tað er Hagstovan, sum kannar sokallaða treystitalið hjá føroyingum.

Treystitalið er sett út frá eini kanning, og vísir hvussu vit halda framtíðin fer at síggja út peningaliga fyri okkum. Í januar í ár var treystitalið minus 12, men í juni var tað minus 17.

 

Lønarhækking, rentulækking

- Tað kunnu vera fleiri orsøkir til, at nýtslan hjá okkum er vaksin. Milum annað lønarlyftið, lønarhækking og at rentan er lækkað, sigur Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum.

Í greiningini hjá Landsbankanum, er prísvøksturin sáldaður frá í tølunum. Annars er alt tikið við, har vit nýta visa ella onnur kort at rinda við. Men størri gjaldingar, sum vanliga ikki verða rindaðar við kortum, til dømis bilkeyp og húsakeyp, eru ikki við. 

Árini 2022, 2023 og 2024 var vøksturin í visa-nýtsluni ikki so stórur, men hetta síðsta árið er hann vaksin væl meira.

 

Ein triðingur uttanlands

Ein triðingur av tí, vit keypa við kortum, verður nýtt uttanlands. 33 prosent samanborið við 31 prosent í 2024. Í nýtsluni uttanlands er bæði tað vit nýta á ferium, men eisini t.d. hald á Netflix, Viaplay og annað. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290