Ráðgevi í Mat- og tilfeingishúsinum

Ráðgevi í Mat- og tilfeingishúsinum
Drós í Ólavsstovu tekur við starvinum 1. september
Drós í Ólavsstovu er sett í starv sum ráðgevi í nýggja Mat- og tilfeingishúsinum.
 
11.08.2025 - 10:53

Drós í Ólavsstovu er sett í starvið sum ráðgevi í nýggja Mat- og tilfeingishúsinum. 

Drós í Ólavsstovu er útbúgvin fiskivinnutøkningur og hevur eisini hægri útbúgving í matvørugóðsku og -trygd. Hon hevur drúgvar royndir sum sjálvstøðugur ráðgevi innan framleiðslu og góðskuskipanir á virkjum, sum menna matvørur, fóður og aðrar vørur úr fiski, kjøti og plantum.

Sum ráðgevi í Mat- og tilfeingishúsinum verður - sambært Uttanríkis- og vinnumálaráðnum - fremsta uppgáva hennara at menna  kveikjandi karmar fyri mat- og tilfeingismenning í góðum samstarvi við granskarasetrið iNOVA.

Drós í Ólavsstovu tekur við starvinum 1. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688