Skúlin byrjar í morgin - eingin loysn funnin á útbúgvingarlønini

Skúlin byrjar í morgin - eingin loysn funnin á útbúgvingarlønini
Tá freistin at søkja inn á Heilsuskúlan fór í mars, vóru 47 umsóknir komnar, men í dag eru 38 eftir
Nýtt skúlaár byrjar á Heilsuskúlanum í morgin.
 
12.08.2025 - 13:13

Í morgin byrjar Heilsuskúlin í Suðuroy, og eftir ætlan skuldu lesandi byrja á úbúgvingini fyri heilsuhjálparar, heilsurøktarar og námsfrøðihjálparar við løn.

Men enn er eingin semja um, hvat lønin skal vera millum Kommunala arbeiðgevarafelagið og avvarðandi fakfeløg.

Løgtingið hevur samtykt løn undir útbúgving, men fyri at fáa løn undir útbúgving, skal tú hava sáttmála við arbeiðsgevara, sum í hesum førinum er kommunurnar. 

 

Vivie Davidsen er stjóri á Heilsuskúlanum. 

 

Í mars, tá freistin at søkja inn á Heilsuskúlan fór, vóru 47 umsóknir, men í dag eru 38 eftir. 

Tey flestu, sum byrja í morgin, hava arbeiði.

Vivie Davidsen, stjóri á Heilsuskúlanum, harmast um, at eingin loysn er funnin á málinum um útbúgvingarlønina. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

12082025_Heilsuskuli

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672