7.100 næmingar í fólkaskúlanum

7.100 næmingar í fólkaskúlanum
Umleið 800 fara fyrstu ferð í skúla
Skúlarnir byrja aftur í dag, og umleið 800 næmingar fara fyrstu ferð í skúla. (Savnsmynd)
 
13.08.2025 - 07:59

Summarfrítíðin hjá fólkaskúlanum endar i dag.

Fyribils siga tølini, at 7.098 næmingar eru skrivaðir inn í fólkaskúlan í hesum skúlaárinum.

6.825 børn eru skrivað inn í vanliga fólkaskúlan. 261 vera í serflokkum og 12 á Lopfjølini.

161 næmingar vera í tveimum frískúlum. Og í skúlanum á Trøðni vera 65 næmingar.

Heildartalið er tí 7.324, vísa hagtøl hjá Undirvísingarstýrinum. Umleið 800 børn fara fyrstu ferð í skúla.

 

Vísa ansni

Ráðið fyri ferðslutrygd minnir bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur.

- Ferðslan broytist eftir summarfrítíðina, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri ferðslutrygd

Ráðið fyri ferðslutrygd mælir foreldrum til at fara út í ferðsluna saman við barninum. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk: Andy Scott um Reincarnation
207339
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786