Í kvøld verður aftur beinleiðis útvarp úr SALT á Drelnesi

Í kvøld verður aftur beinleiðis útvarp úr SALT á Drelnesi
Fakfelagsarbeiði, næstrakærleiki og søgan hjá Porkeri eru millum evnini, tá ið Radio SALT skipa fyri kvøldsetu á Drelnesi í kvøld
Radio SALT vertir og reportari, Annika, Jákup, Gundur
 
28.10.2026 - 09:25

Radio SALT og Kringvarp Føroya skipa í kvøld, mikudagin 28. oktober, klokkan 19 fyri kvøldsetu í Mentanarhúsinum SALT á Drelnesi. Atgongdin er ókeypis, og kvøldsetan verður send beinleiðis í útvarpinum.

Mary Antonsdóttir, fakfelagsleiðari, fer at greiða frá sínum fakøki og ungdómsárunum í Suðuroynni. Bjørg av Rana, sum rekur hjálparfelagsskapin Næstin, fer at greiða frá hugsjónini aftan fyri felagsskapin og átøkum, sum hann hevur framt.

Magnus Hansen, formaður í Fornminnafelagnum í Porkeri, fer at greiða frá søvnunum í bygdini og søgu Porkeris.

Eisini vitja Trina Grønbech og eitt annað umboð fyri Fab.Lab. Tey fara at greiða frá verkætlanini at framleiða lutir úr plasti, sum rekur higar við streyminum.

Jakobina Ellingsgaard fer saman við tveimum limum úr Deiggj at spæla nøkur løg. Gundur skipar fyri skemtinum, sum millum annað fer at snúgva seg um heilsuøkið í Suðuroynni.

Á kvøldsetuni verður eisini greitt frá einum almennum tiltaki í SALT seinast í mánaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542