AFTURLIT: 40 ár síðani Sigurd svam og rann úr Akrabergi til Kirkju

AFTURLIT: 40 ár síðani Sigurd svam og rann úr Akrabergi til Kirkju
Í hesum døgum, fyri 40 árum síðani, framdi tann tá einans 22 ára gamli Sigurd L. Lamhauge úr Havn eitt av størstu brøgdum í Føroya søgu, ið eingin hevur gjørt honum eftir
Mynd: SVF  
 
15.08.2025 - 14:42

Í dag kenna fólk flest Sigurd Leifsson Lamhauge sum ein skjótt snakkandi stjóra.

Í løtuni er hann stjóri hjá IRF, men áðrenn tað var Sigurd stjóri í Landsverki, har tað ofta rak ímóti hjá honum.  

Men tað er á ongan hátt ókent fyri Sigurd at tað rekur hart ímóti. Tað vit øll, ið eru komin eitt sindur til árs.

 

Frá sunnast til norðast 

Fyri 40 árum síðani, í 1985, framdi tann einans 22 ára gamla Sigurd Leifsson Lamhauge tað bragd at svimja og renna úr Akrabergi í Suðuroy til Kirkju í Fugloy - úr sunnast til norðast í landinum. 

Hetta er eitt bragd, ið eingin enn hevur gjørt Sigurdi eftir. 

Nógv bleiv gjørt burtur úr ferðini hjá Sigurdi í bæði útvarpinum, sjónvarpinum og í prentaðu miðlunum, og allastaðni Sigurd fór, fylgdu nógv fólk við honum. 

 

Ein lærurík ferð fyri ein havnardrong

Í stuttari viðmerking við In.fo, nú tað eru 40 ár liðin síðani bragdið, sigur Sigurd Leifsson Lamhauge:

- Hatta var ein minnilig og lærurík ferð fyri ein 22 ára gamlan havnardrong.

Sjónvarp Føroya hevði eina sending um bragdið hjá Sigurdi Leifssyni Lamhauge, júst sum hann var komin á mál.  

 

Sendingin um bragdið hjá Sigurdi kann síggjast her: 

 

20250814_NET_SIGURD_LAMHAUGE_BRAGDID

 

Prentaðu miðlarnir gjørdu eisini nógv burtur úr bragdinum hjá Sigurdi Leifssyni Lamhauge. 

Eisini á In.fo er nógv gjørt burtur úr 40 ára dagnum. 

 

SÍ EISINI: Grein í ÍtróttarSosialinum 13. august 1985

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167