Útflutningurin vaksin 270 milliónir seinasta árið

Útflutningurin vaksin 270 milliónir seinasta árið
Vit útfluttu fyri 12 milliardir og 800 milliónir krónur frá juli 2024 til juni 2025. Innflutningurin minkaði hálva milliard
Fimm lond keypa vørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. Tey eru USA, Bretland, Russland, Danmark og Spania.
Mynd: Hagstovan  
 
19.08.2025 - 10:30

Virðið á útflutningum er nakað størri nú, enn hann var fyri einum ári síðani.

Føroyar útfluttu fyri 12 milliardir og 800 milliónir krónur frá juli 2024 til juni 2025.

Tað eru slakar 270 mió. kr. meira enn frá juli 2023 til juni 2024.

Fyri fiskavørur fingust 84 milliónir krónur meira.

Útflutningurin av fóðri, fiskamjøli, lýsi og líknandi fiskaúrdráttum minkaði meira enn 1,2 milliardir krónur. 

Laksur var útfluttur fyri slakar 72 mió. kr. meira. Virðið vaks 1,2 prosent, nøgdin vaks 22 prosent.

 

 

Virðið á makreli vaks 66 prosent

Øðrvísi er við makreli.

Har er virðið vaksið 66,4 prosent, men nøgdin bara 7,3 prosent.

Fimm lond keypa vørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. 

Tey eru USA, Bretland, Russland, Danmark og Spania, skrivar Hagstovan.

 

Innflutningurin minkaður hálva milliard

Innflutningurin var minni.

Hann er minkaður meira enn hálva milliard, 532 mió. kr.

Innflutningurin var 10 milliardir og 500 milliónir frá juni 2024 til juli 2025.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221