Landsstýrismaðurin: Útlendingastovan má fáa fleiri starvsfólk

Landsstýrismaðurin: Útlendingastovan má fáa fleiri starvsfólk
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni
Higartil hevur Útlendingastovan skrivað okkurt um 700 afturferðarloyvi.  
 
25.08.2025 - 13:00

Landsstýrismaðurin ásannar, at Útlendingastovan brúkar ov langa tíð til at avgreiða arbeiðs- og uppihaldsloyvi, serliga, tá loyvini skulu leingjast.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen í svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann.

Men Útlendingastovan arbeiðir miðvíst við at styrkja innanhýsis skipanir, tryggja betri yvirlit yvir málsbyrðu og málsstøðu, menna fakligu førleikarnar á økinum, og broyta arbeiðsbýtið innanhýsis, har tað ber til, fyri at fáa málsviðgerðina at ganga skjótari, sigur landsstýrimaðurin. 

 

 

Bjarni Kárason Petersen

 

Skriva afturferðarloyvi

Arbeiðsbyrðan á Útlendingastovuni er tyngri, av tí at skipanin við uppihaldskortum av misgáum fall burtur, tá málsviðgerðin var flutt til Føroya. 

Hetta merkir, at Útlendingastovan í løtuni má skriva út afturferðarloyvi til hvønn einstakan útlending, sum ferðast úr Føroyum. 

Higartil hevur Útlendingastovan skrivað okkurt um 700 afturferðarloyvi.  

 

Gongd í málinum 

Løgmálaráðið hevur ofta eitt á Udlændinge- og Integrationsministeriet um at loysa hendan trupulleikan, og gongd er nú í hesum málinum, sigur Bjarni Kárason Petersen.

Men tað er greitt, at Útlendingastovan má fáa fleiri starvsfólk.

Arbeitt verður við tí, sigur landsstýrismaðurin. 

Les alt svarið her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493