Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrosti versnaði nógv í øðrum ársfjórðingi

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrosti versnaði nógv í øðrum ársfjórðingi
Prísurin er lækkaður, ti útboðið er vaksið
Útboðið av laksi er stórt í løtuni, og tað ávirkar prísin, sum er nógv fallin.
 
26.08.2025 - 08:02

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrosti var nógv verri í øðrum ársfjórðingi í ár enn í fjør.

Tað var 65 mió. kr. í ár fyri skatt, men 388 mió. kr. í fjør.

Orsøkin er sera lágur prísur, sigur Bakkafrost. 

Hann kemst av stóra útboðnum.

Tøkan var 16.020 tons í Føroyum og 7.034 tons í Skotlandi.

Í fjør var hon 10.226 tons í Føroyum og 11.366 tons í Skotlandi.

 

 

Regin Jacobsen. 

 

Góð lívfrøðilig gongd

Góða lívfrøðiliga gongdin í Føroyum er tann besta, vit hava sæð, sigur Regin Jacobsen, stjóri.

Fellið minkaði 52 prosent sammett við annan ársfjórðing í fjør.

Men í Skotlandi var stórt felli í smoltalingini. Orsøkin er sjúka.

Fyri at fáa størsta ágóðan av royndunum úr Føroyum, tá ræður um hágóðskusmolt, hevur Bakkafrost lagt smoltalingina í Skotlandi saman við teirri føroysku og undir føroyskari leiðslu, sigur Regin Jacobsen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203