Kunnu fiska meira enn tvífalt so nógv av makreli sum í ár

Kunnu fiska meira enn tvífalt so nógv av makreli sum í ár
ICES hevur gjørt tilmæli um uppsjóvarfiskasløgini fyri 2027
ICES heldur, at makrelstovnurin er so mikið væl fyri, at fiskiskapurin kann tvífaldast næsta ár.
Mynd: Sigmund av Teigum  
 
30.09.2026 - 11:24

Uppsjóvarfiskurin er so mikið væl fyri, at ICES mælir til at hækka mest loyvdu veiðu á øllum trimum stovnum, makreli, svartkjafti og norðhavssild.

Tilmælið fyri makrel er 352.938 tons fyri 2027, sum er meira enn tvífalt so nógv sum ár, ella 102 prosent.

ICES sigur, at gýtingarstovnurin er komin upp um sonevnda Blim-markvirðið. Tí eru ógvisligu átøkini, sum vóru sett í verk í fjør at verja stovnin, ikki longur neyðug.

Tilmælið fyri svartkjaft er ein millión og 64.000 tons. Tað eru 25 prosent meira enn tilmælið fyri í ár.

ICES sigur, at hækkingin í svartkjaftinum kemst av góðari tilgongd frá 2024-árganginum, sum nú er vorðin partur av gýtingarstovninum.

ICES mælir eisini til at fiska 588.000 tons av norðhavssild næsta ár, sum eru 10 prosent meira enn í ár.

 


(Mynd: Havstovan)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846