Ítøkiligar ætlanir um ES-hermenn í Ukraina

Ítøkiligar ætlanir um ES-hermenn í Ukraina
Ítøkiligar ætlanir er um at senda hermenn úr ES-londum inn í Ukraina, sum partur av trygdini eftir at kríggið er endað. 
 
01.09.2025 - 07:25

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, sigur, at amerikanski forsetin Donald Trump var kunnaður um ætlanin um hermenn á ukrainskari jørð á fundinum í Hvítu húsunum í Washington. Tá var Trump, sambært von der Leyen, samdur við evropiskar leiðararnar, skrivar Financial Times. Fráboðanin kemur samstundis sum hon er á vitjan í londum í eystur ES, sum eru nærmast Russlandi.

Von der Leyen sigur, at arbeiðið at fáa semju í Washington gongur framá, og tað gongur væl.

USA skal veita trygd fyri ES-herdeildum, sum vera sendar inn í Ukraina.

- Trump forseti vissaði okkum um, at amerikanarar eisini vera við, sum partur av trygdini. Tað var púra greitt og var endurtikið og váttað fleiri ferðir, sigur hon í greinini hjá Financial Times. 

Tey, sum hittu Trump í Washington, skulu eftir ætlan hittast í Paris hósdagin, sambært innbjóðing frá franska forsetanum Emmanuel Macron, har samtalurnar skulu halda fram, siga tríggir diplomatar, sum hava kunnleika til ætlaninar, við Financial Times. Tey eru m.a. týski samveldirkanslarin Friedrich Merz, bretski forsætisráðharrin Keir Starmer, aðalskrivarin í Nato Mark Rutte og von der Leyen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373