Breddin: Russisk reiðarí á svartalista

Breddin: Russisk reiðarí á svartalista
Uppskotið frá landsstýrinum er nú í uttanlandsnevndini, men andstøðan og vinnan ávara um avleiðingar
Melkart-2 er eitt av skipunum, sum ætlanin eisini er at seta á svartalista í Føroyum.
 
02.09.2025 - 08:38

Samgongan tykist samd um at seta tvey russisk reiðarí á svartalista í Føroyum, í samhuga við Ukraina.

Talan er um Murman Seafood og Norebo JSC, sum eru svartlistað í ES og Noregi, tí tey eru undir illgruna fyri njósning.

Lógaruppskotið hevur verið til fyrstu viðgerð, og er nú í uttanlandsnevndini.

Men bæði vinnan og andstøðan hava ávarað um møguligar avleiðingar.

Í sendingini verður eisini hugt at, hvussu Føroyar søguliga hava valt at vera uttanveltaðar, tá stórveldini hava verið í kríggj, men eisin hvussu trygdarstøðan hjá okkum sær út í dag, nú kríggj aftur er í Evropa.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.
 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308