Sáttmálin longdur eitt ár við broytingum

Sáttmálin longdur eitt ár við broytingum
Tað hevur tikið drúgva tíð at semjast, tí Maskinmeistarafelagið segði sáttmálan upp at fara úr gildi 1. apríl í fjør
Hanus Hansen, formaður í Reiðarafelagnum, og Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Mynd: Maskinmeistarafelagið  
 
08.09.2025 - 15:30

Maskinmeistarafelagið og Føroya Reiðarafelag hava gjørt sáttmálasemju um fiskiskipini.

Talan er um leingjan av sáttmálanum til 1. apríl næsta ár, men tó við týðandi broytingum, boðar Maskinmeistarafelagið frá í tíðindaskrivi.

Tað hevur tikið sína tíð at koma fram til hesa semjuna, tí Maskinmeistarafelagið segði sáttmálan upp at fara úr gildi 1. apríl 2024. Nýggi sáttmálin kann sigast upp við tveir mánaða freist at fara úr gildi aftur longu 1. apríl næsta ár.

 

 Hesir hava sitið við samráðingarborðið. Frá vinstru: Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag, Hanus Hansen, formaður í Føroya Reiðarafelag, Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, og Regin M. Olsen, næstformaður í Maskinmeistarafelagnum. (Mynd: Maskinmeistarafelagið)
 

Lønin  betur nágreinað

Av broytingunum í sáttmálaásetingunum vigar tað nógv hjá Maskinmeistarafelagnum, at tað nú verður betur nágreinað í sáttmálanum, at arbeiðslønin hjá maskinmeistarum, sum arbeiða umborð millum túrar, bæði er pensjónsgevandi, og at frítíðarløn upp á 12 prosent skal roknast oman á hana.

Við semjuni eru sjey broytingar gjørdar í sjálvum sáttmálatekstinum, umframt at serreglur eru gjørdar fyri trolarar upp til 3.000 hestakreftir - sum eru útgjørd við skipanum til vaktfrí maskinrúm og bara hava ein maskinmeistara. Her skal heitið hjá maskinmeistaranum vera maskinstjóri.

 

Ruddiligari avrokning

Nýggja semjan tryggjar eisini ruddiligari viðurskifti í sambandi við avrokningina, tá makrelkvotur verða latnar millum skip.

Nýggja semjan sigur at: "Um manning er á tí latandi skipinum, skal manningin við ársbyrjan hava greið boð, um hon eigur lut í avrokning av tí makrelkvotu, ið annað skip fiskar.”

Øll sáttmálasemjan kann lesast her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327