Form. í uttanlandsnevndini: Óvissurnar skulu lýsast so væl sum til ber

Form. í uttanlandsnevndini: Óvissurnar skulu lýsast so væl sum til ber
Uttanlandsnevndin er farin at viðgera uppskotið um at heimila landsstýrinum at seta fleiri tiltøk í verk móti Russlandi
Bjarni Hammer formaður í uttanlandsnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.09.2025 - 08:24

- Málið er at lýsa óvissurnar so væl sum yvirhøvur til ber.

Tað sigur Bjarni Hammer, formaður í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum. 

Uttanlandsnevndin fór í gjár undir at viðgera lógaruppskotið um at geva landsstýrinum heimild at seta fleiri tiltøk í verk móti Russlandi. Ber tað til, verða eisini útlendskar fregnartænastur spurdar, sigur Bjarni Hammer

Ítøkiliga er ætlanin við lógaruppskotinum at seta tvey russisk reiðarí á svartalista, soleiðis at skip frá hesum reiðaríum ikki kunnu fiska við Føroyar. 

 

Ostakino er eitt av skipunum, sum eru á svartalista hjá ES, Noregi og Íslandi.

 

Á svartalista

Talan er um reiðaríini Murman Seafood og "Norebo JSC", sum longu eru á svartalista hjá ES, Noregi og Íslandi, tí illgruni er um at skip hjá hesum feløgum eru við í njósnaravirksemi.

Undir 1.viðgerð av málinum 28.august varð ført fram, at eingi prógv eru um, at fiskiskip hjá hesum feløgum hava framt nakað ólógligt í føroyskum øki.

- Partur av viðgerðini í uttanlandsnevndini er at fáa so nógv fakta á borðið sum tilber, sigur Bjarni Hammer, formaður.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

11092025_Uttanlandsnevndin_og_russar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730