Suðuroyingar savna undirskriftir móti ferðaseðlaskipanini

Suðuroyingar savna undirskriftir móti ferðaseðlaskipanini
Serlig misnøgd er um, at prísmunur er á ferðaseðli, sum er keyptur talgilt fyri 50 krónur, og ferðaseðli, sum er keyptur á staðnum fyri 109 kr. 
Ferðaseðlar, sum verða keyptir talgilt, eru munandi bíligari enn teir, sum verða keyptir á staðnum. Og tað fara suðuroyingar at savna undirskriftir ímóti.
 
16.09.2025 - 08:36

Undirskriftir verða nú savnaðar í Suðuroynni ímóti nýggju talgildu ferðaseðlaskipanini hjá Strandfaraskipum landsins.

Suðuroyingar eru serliga misnøgdir við, at prísmunur er á ferðaseðli, sum er keyptur talgilt fyri 50 krónur, og tann, sum er keyptur á staðnum fyri 109 kr. 

Listar eru lagdir í handlar á Tvøroyri, Vági, Hvalba og Sumba, og liggja frammi í 10 dagar. 

Síðani verða undirskriftirnar handaðar landsstýrismanninum í samferðslumálum, Jóhan Christiansen.

Poul Arni Holm hevur tikið stig til mótmælið:

 

16092025_Poul_Arni_og_ferdasedlaskipan

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286