Heystsetan í grønlendska landstinginum byrjar í dag

Heystsetan í grønlendska landstinginum byrjar í dag
Landstingið skal viðgera tilsamans 119 mál í setuni, sum varir til februar næsta ár
 
19.09.2025 - 11:04

Heystsetan í grønlendska landstinginum Inatsisartut byrjar í dag. Hetta er fyrsti tingfundur eftir valið. Landstingið skal í heystsetuni taka støðu til tilsamans 119 mál. Av hesum eru 17 lógaruppskot, alt frá tíðaráseting til at veita stuðul til uppihald á frítíðarskúla í Føroyum.

Inatsisartut skal eisini viðgera fíggjarlógina, sum longu er løgd fram. Grønlendski landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Múte B. Egede, lýsti í sambandi við fíggjarlógaruppskotið eina dapra mynd av búskapinum í landinum, eitt nú størri útreiðslur og minni inntøkur. 

Men nógv er hent, síðani uppskotið varð lagt fram um hálvan august.

 

Størri ES-stuðul

Tíðliga í september kom fram, at ES-nevndin skjýtur upp, at ES skal tvífalda stuðulin til Grønland. Og so boðaðu grønlendski landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og danska stjórnin frá, at tey hava skrivað undir avtalu um, at Danmark økir sína játtan til Grønlands við tilsamans 1,6 milliardum næstu fýra árini.

Tí eru fortreytirnar fyri fíggjarlógarviðgerðini munandi broyttar.

Heystsetan endar eftir ætlan 12. februar næsta ár, skrivar grønlendska kringvarpið KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576