Edva eisini meldað seg úr Sambandsflokkinum

Edva eisini meldað seg úr Sambandsflokkinum
Bylgjurnar ganga enn høgt í Sambandsflokkinum, eftir at Eyðdis Hartmann Niclasen hevur noktað at strika sítt navn av uppskotinum um fría fosturtøku, sum bleiv lagt fram í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.09.2025 - 21:09

Norðlýsið veit í kvøld at siga, at enn eitt kent sambandsfólk hevur meldað seg úr Sambandsflokkinum orsakað av, at løgtingskvinnan fyri flokkin, Eyðdis Hartmann Niclasen, er ein av uppskotsstillarunum til uppskotið um fría fosturtøku. 

Talan er um Edvu Jacobsen úr Fuglafirði, sum í 2011 varð vald á ting fyri Sambandsflokkin. Harumframt hevur Edva, ið síðani hon stillaði upp fyri fyrstu ferð í 2001, í fleiri umførum eisini sitið sum varafólk fyri Sambandsflokkin á løgtingi. 

 

Komið at mørkum hjá Edvu

Sambært Norðlýsinum, hevur Edva Jacobsen sent soljóðandi skriv til Sambandsflokkin í kvøld. 

Hey. Eftir at tað er vorið greitt, at ein í Sambandsflokkinum er uppskotsstillari í málinum um fría fosturtøku, so er komið at mørkum hjá mær persónliga. Eg havi, aftaná at hava stilla upp fyri flokkin síðan 2001, og altíð verið sambandskvinna við stóra S, meldað meg úr Sambandsflokkinum frá í dag at rokna. ​ ​

Vinarliga Edva Jacobsen, fyrrverandi løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin

 

Áron eisini meldað seg úr flokkinum

Fyrr í dag boðaði Áron Vest úr Klaksvík, ið var valevni fyri Sambandsflokkin á síðsta løgtingsvalinum, at hann av somu orsøk nú hevur meldað seg úr Sambandsflokkinum. 

- Mín samvitska er bundin at Guds orði, og tí kann eg ikki longur, við reinari samvitsku, vera limur í einum flokki, sum stendur sum uppskotsstillari til eitt slíkt vanlukkumál, sum frí fosturtøka er, skrivaði Áron Vest í lesarabrævi í Norðlýsinum. 

 

LES EISINI: Áron Vest tekur seg úr Sambandsflokkinum

Edva Jacobsen hevur fingið millum 180 og 311 atkvøður á hvørjum løgtingsvali síðani 2002. 

2002: 198
2004: 180
2008: 227
2011: 311
2015: 229
2019: 250
2022: 201

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424