Flogfelagið Play í gjaldsteðg - rakar fleiri túsund ferðafólk

Flogfelagið Play í gjaldsteðg - rakar fleiri túsund ferðafólk
Leiðslan í íslendska flogfelagnum ætlaði at umskipa felagið og flyta nakað av virkseminum av landinum, men tað var ov seint
Play var stovnað eftir at Wow Air fór á húsagang í 2019. 
Mynd: Wikipedia  
 
29.09.2025 - 11:32

Íslendska flogfelagið Play er farið í gjaldsteðg eftir risastórt fíggjarligt tap.

Leiðslan hevði ætlanir um at umskipa felagið og flyta nakað av virkseminum av landinum, men tey hava gjørt greitt, at tað var ov seint. 

Tey hava avgjørt at gevast við flúgvingini.

Tað merkir, at umleið 400 fólk missa arbeiði, allar flogferðir eru avlýstar, og túsundtals ferðafólk noyðast at umleggja ferðina heim til Íslands, skrivar íslendska kringvarpið RÚV.

Play var stovnað eftir at Wow Air fór á húsagang í 2019. 

Gjaldssteðgurin eru góð tíðindi fyri Icelandair, sambært íleggjarum. 

Kursurin á partabrøvum í Icelandair hækkaði 17, eftir at tíðindini um Play í gjaldsteðgi bórust.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576