Kirkjuráðið fingið loyvi at byggja nýggja kirkju á Glyvrum

Kirkjuráðið fingið loyvi at byggja nýggja kirkju á Glyvrum
Í 2017 var kirkjan mett at kosta 60 milliónir kr. Runavíkar kommuna gav byggiloyvi í fjør
Nýggja kirkjan á Glyvrum verður 1140 fermetrar.
 
01.10.2025 - 09:45

Loyvi er nú givið til at byggja nýggja kirkju á Glyvrum.

Kirkjuráðið hevur fingið loyvið frá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni.

Málið um nýggju kirkjuna er ikki nýtt. Tað byrjaði aftur tíðliga í 2017.

Tá var kostnaðurin mettur at vera 60 mió. kr., og kirkjan verður 1140 fermetrar. 

 

Frægast at byggja nýtt

Men longu í 2000 helt kirkjuráðið, sum var tá, at frægast var at byggja nýggja kirkju.

Ein arkitektakapping var í 2007, sum Árni Winther vann.

Runavíkar býráð gav byggiloyvi seint í 2024.

Gamla kirkjan á Glyvrum er frá 1927. Bygt var upp í hana í 1981. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040