Trý skutu upp at skúlin skal eita Rótin

Trý skutu upp at skúlin skal eita Rótin
Joan Midjord Sivertsen, Eyðálvur Pállson og Annika Sølvará vunnu navnakappingina
Húsarhaldsskúlin í Klaksvík eitur nú Rótin.
 
03.10.2025 - 11:16

Ikki færri enn trý fólk, uttan at vita hvørt av øðrum, skutu upp at kalla húsarhaldsskúlan Rótin.

So tey vunnu navnakappingina.

Tey eru Joan Midjord Sivertsen, Eyðálvur Pállson og Annika Sølvará.

Sagt verður um navnið, at tað ímyndar næmingin í skúlanum. 

 

Vinnararnir av navnakappingini, frá vinstru: Joan Midjord Sivertsen, Eyðálvur Pállson (pápin tók ímóti hansara vegna) og Annika Sølvará saman við Jóhannu á Tjaldrafløtti, stjóra á Rótini. (Mynd: Norðlýsið, Dávur Winther) 

 

Halda vit okkum til plantufrøðina, verður næmingurin plantaður í eitt skapandi og mennandi umhvørvi í skúlanum. 

Næmingurin festir røtur og sleppur at útfolda síni skapandi evni, bæði handaliga og tímiliga. 

Næmingurin fær grundleggjandi og dygdargóða vitan um mat, mentan, tilfeingi, kropp, heilsu og alskyns handarbeiði, ein markleysur lærdóm fyri lívið, verður sagt.

Grafia hevur gjørt búmerkið hjá Rótini.

 

Búmerkið hjá Rótini. (Mynd: Dávur Winther)
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358