20 daga fongsul fyri at bíleggja mat í øðrum nøvnum enn sínum egna

20 daga fongsul fyri at bíleggja mat í øðrum nøvnum enn sínum egna
28 ára gamla kvinnan er dømd fyri grovt svik av ósketni. Hon hevur biðið um tíð at umhugsa, um dómurin skal skjótast inn fyri Landsrættin
Einki krav um endurgjald var á rættarfundinum fríggjadagin. Fyrivarni er annars tikið fyri endurgjaldi í ákæruritinum. (Savnsmynd)
 
06.10.2025 - 11:26

Ein 28 ára gomul kvinna fekk fríggjadagin 20 daga treytaða fongsulsrevsing í Føroya rætti fyri í 22 førum at hava bílagt mat á heimasíðuni Menu.fo í øðrum nøvnum enn sínum egna.

Kvinnan var ákærd og er nú dømd fyri grovt svik av ósketni.

Allar 22 ferðirnar var bílagt frá somu matstovu í Havn.

 

Hvørki heintaður ella goldin

11 bíleggirnar kostaðu matstovuni 18.585 kr., tí maturin, sum var bílagdur, var ikki heintaður og enn minni var goldið fyri hann.

Hinar 11 bíleggingarnar vóru ikki avgreiddar. 

Vóru tær tað, var veruligur vandi fyri, at tað kostaði matstovuni 247.380 kr., stendur í ákæruritinum.

Hetta skal vera hent frá 1. oktober til 22. november í 2023.

 

Einki krav um endurgjald

Einki krav um endurgjald var á rættarfundinum fríggjadagin.

Fyrivarni er annars tikið fyri endurgjaldi í ákæruritinum.

Kvinnan bað um tíð at umhugsa, um hon skal fara í Landsrættin við dóminum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847