880 fólk ruddaðu 17 tons

880 fólk ruddaðu 17 tons
Framgongdin er stór sammett við í fjør, tá bara tvey tons vóru ruddað
880 fólk úr øllum landinum luttóku á ársins ruddingardegi.
Mynd: Rudda Føroyar  
 
14.10.2025 - 14:46

17 tons vórðu ruddað á ársins ruddingardegi, sum var 20. september.

Tað skrivar nevndin í Rudda Føroyar í tíðindaskrivi.

Tað er stór framgongd samanborið við í fjør, tá tvey tons vóru tald upp.

880 fólk úr øllum landinum luttóku á ársins ruddingardegi.

Summar ruddingar vóru samskipaðar av Rudda Føroyar, meðan aðrar vórðu settar í verk av einstaklingum, feløgum og fyritøkum.

Høvuðssamskipari okkara er Annika Arnsteinsdóttir Nielsen, sum hevur staðið fyri samskipanini og samskiftinum við ruddarar og samstarvsfelagar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210