Útflutningurin størri enn innflutningurin

Útflutningurin størri enn innflutningurin
Frá september í fjør til august í ár var útflutt fyri góðar 13 milliardir, sum er ein góð milliard meira enn frá 2023 til 2024
Útflutningurin vaks eina milliard frá oktober í fjør til september í ár, samanborið við sama tíðarskeið frammanundan. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
17.10.2025 - 10:16

Føroyar útflyta meira enn tær innflyta, visa tøl hjá Hagstovuni.

Í august var útflutt fyri eina milliard og 72,6 milliónir krónur.

Innflutt var fyri 917,7 milliónir.

Frá september í fjør til august í ár var útflutt fyri góðar 13 milliardir, sum er ein góð milliard meira enn frá 2023 til 2024.

Hagstovan skrivar, at prísurin fyri laks er lækkaður 15 prosent í tíðarskeiðinum. Men nøgdin er vaksin 12,4 prosent.

 

 

Makrelurin ger skarvslop

Annars eru fiskavørur útfluttar fyri 800 milliónir meira, ella sjey prosent. Har ger makrelurin eitt skarvslop.

Útflutningurin av makreli er heili 127 prosent størri í krónum og 63,4 prosent í nøgd. 

Føroyar útfluttu fyri 103 milliónir krónur til Russlands í august, skrivar Hagstovan. 

Útflutningurin til Russlands er størri nú, enn hann hevur verið síðani innrásina í Ukraina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025