Viktor Orban tosar við Putin í dag

Viktor Orban tosar við Putin í dag
Amerikanski og russiski forsetin hava avtalað at hittast í Ungarn, og dagsskráin er fyri, sigur ungarski forsetin
Ungarski forsetin, Viktor Orban, er kendur fyri at vera sameindur hjá russiska forsetanum, Putin. Henda myndin er tikin á einari vitjan hjá Orban í Kreml.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
17.10.2025 - 09:06

Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban, sigur, at hann fer at tosa við russiska forsetan, Vladimir Putin, í dag. 

Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðaði í gjárkvøldið frá, at hann hevur avtalu við Putin um at hittast í ungarska høvuðsstaðnum Budapest í seinasta lagi um 14 dagar. Nágreinilig dagfesting fyri fundin er ikki ásett.

Orban hevur í dag váttað, at landsins myndugleikar fyrireika fundin, og at dagsskráin fer at snúgva seg um frið.

Ungarski forsætisráðharrin heldur, at friður førir við sær nýtt tíðarskeið í búskaparligu menningini.

- Evropa eigur at lata upp sína diplomatisku rás til Russland, stendur í fráboðanini frá Orban, sum er kendur fyri at vera russlandsvinarligur og sameindur hjá Putin.

Boðini koma undan fundinum í Hvítu Húsunum í dag, har Trump skal hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065