Louvre rænt

Louvre rænt
Franska listasavnið í franska høvuðsstaðnum, París, var rænt í morgun og ómetandi dýrgripir vórðu stolnir.
 
19.10.2025 - 15:58

Tríggir menn, sum høvdu fjalt andlitið, brutu inn á listasavnið beint eftir, at tað lat upp í morgun, skrivar bretska kringvarpið, BBC.

Sagt verður, at menninir nýttu vøruliftina til at sleppa inn í Apollo Listaskálan, har fronsku krúnu-gimsteinarnir eru til framsýningar. Tjóvarnir, sum høvdu smáar sagir við sær, fingu hendur á níggju ymiskum smúkku-dýrgripum, og teir tóku til rýmingar á skutarum, skrivar BBC.

Sambært miðlum varð tó ein av stolnu prýðislutunum funnin uttanfyri listasavnið, har ein av tjóvunum eftir øllum at døma hevði mist hann, meðan hann flýddi.

Heimsins størsta listasavn
Á Louvre eru fleiri, enn 35.000 listagripir, teirra millum víðagitni málninugrin hjá Leonardo da Vinci, Mona Lisa. 

Louvre er størsta listasavn í heiminum, og er nærum 73 túsund fermetrar til støddar.

Slottið varð upprunaliga bygt í 1546 til fronsku kongsfamiljuna. Fyrsti kongurin, sum búði har, var Francis kongur fyrsti. Honum dámdi sera væl list, og hevði stórt savn. Eftir fronsku kollveltingina í 1789, gjørdist savnið alment, og tað lat upp sum alment savn í 1793.

Fleiri enn 30.000 fólk vitja Louvre um dagin. Listasavnið, Louvre, er stongt allan dag, eftir ránið í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083