Virðislønir M.A. Jacobsens handaðar mikudagin

Virðislønir M.A. Jacobsens handaðar mikudagin
Kringvarpið sendir beinleiðis, tá Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs verða handaðar mikudagin kl. 17
Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens 2025
 
20.10.2025 - 15:11

Mikudagin 22. oktober klokkan 17 verða virðislønir M. A. Jacobsens og barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs latnar í Müllers Pakkhúsi.  

Til handanina kemur Tórshavnar kamarkór, sum verður 40 ár í ár, at syngja, og Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráði, bjóðar vælkomin.

Elsa Berg, borgarstjóri, handar virðislønirnar.  

 

Fýra heiðurslønir latast 

Fýra heiðurslønir verða latnar. Talan er um M. A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir, virðisløn fyri fagrar bókmentir og virðisløn fyri mentanaravrik. Síðani verður latin barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs. 

Virðisløn verður latin fyri fagurbókmentaligt verk, fyri yrkisbókmentaligt verk, og fyri annað mentanaravrik. Hetta seinasta er t.d. bygdasøgur, endurminningar og verk um myndlist ella tónlist. Tær kunnu eisini latast fólki, sum verður mett at hava avrikað nógv fyri føroyska mentan á móðurmálinum. 

Tað er treyt, at virðislønarverdu verkini eru skrivað á føroyskum máli. Hava føroyskir rithøvundar skrivað og givið út á útlendskum máli, eiga tær at verða týddar, áðrenn tær koma til umrøðu í virðislønarnevndini. Virðislønir fyri fagrar bókmentir og yrkisbókmentir kunnu bert latast fyri verk, sum eru útgivin. 

Fyrsta virðislønin varð latin í 1958. Tað var Rithøvundafelagið, sum heitti á Tórshavnar býráð um at stovna eina árliga bókmentavirðisløn. Virðislønin skuldi bera navn eftir mentamannin Mads Andrias Jacobsen, ið m.a. var rithøvundur, lærari, bókavørður og borgarstjóri í Havn.  
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð latin fyrstu ferð í 1976. 

 

Kringvarpið sendir beinleiðis 

Vit senda beinleiðis í útvarpi og sjónvarpi, tá Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2025 verða handaðar í Müllers Pakkhúsi. 

Hetta merkir eisini, at mentanarsendingin Kultura ikki verður at hoyra mikudagin, tí virðislønahandanin verður send í staðin. 

Kringvarpið sendir sum vant sjónvarp til børnini, tá handanin er av. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815